Framvegis soppur í Kommunuskúlanum

Framvegis soppur í Kommunuskúlanum
Blámusoppur er framvegis í gamla Kommunuskúlanum. Tað er niðurstøðan eftir at tveir serfrøðingar úr Danmark kannaðu skúlan í summar
Blámusoppur er framvegis í gamla Kommunuskúlanum, er niðurstøðan hjá tveimum donskum serfrøðingum
 
16.10.2015 - 15:57

Onkra staðni er eingin blámusoppur staðfestur, aðra staðni er nakað av blámusoppi og onkra staðni meira, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum.

Bústaðir og Tórshavnar kommuna kanna, um Bústaðir kunnu gera íbúðir til lesandi í Kommunuskúlanum. Enn er eingin avgerð tikin um tað.

SÍ EISINI Lestraríbúðir í Kommunuskúlanum

Hóast blámusoppur er í skúlanum, ber til at sleppa av við hann, um skúlin verður umbygdur, sigur stjórin í Bústøðum.

Bústaðir, sum rindaðu fyri kanningarnar, og Tórshavnar kommuna hava fingið tilráðingar um, hvussu sleppast kann av við soppin.

Kommunuskúlin hevur staðið tómur síðani summarfrítíðina í 2011. Blámusoppur varð staðfestur í skúlanum í apríl 2011.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026