Alsamt færri fosturtøkur í Føroyum

Alsamt færri fosturtøkur í Føroyum
Í 2014 fingu 30 kvinnur í Føroyum framt fosturtøku. Fyri 15 árum síðani var talið munandi størri
Munandi færri kvinnur í Føroyum fingu fosturtøkur í 2014 samanborið við fyri 15 árum síðani. Fá yvirlit yvir tølini her
 
18.10.2015 - 14:17

Tær gerast alsamt færri. Fosturtøkurnar, sum føroyskar kvinnur fáa á teimum føroysku sjúkrahúsunum, vísir nýggjasta heilsulýsingin hjá landslæknanum.

Fyri 15 árum síðani fingu 49 kvinnur í Føroyum framt fosturtøku. Í 2014 var talið minkað niður í 30 kvinnur, sambært nýggjastu heilsulýsingini hjá landslæknanum

Greinin heldur fram niðanfyri
 


Færri og færri kvinnur í aldursbólkinum 25-29 ár hava seinastu fimm árini fingið framt fosturtøkur, vísa tølini í nýggjastu heilsulýsingini hjá landslæknanum.

Í fjør fekk eingin kvinna í aldursbólkinum 45-49 ár framt fosturtøku. Heldur ikki í 2013 ella í 2012 fekk nøkur kvinna í aldursbólkinum 45-49 ár framt fosturtøku.

Greinin heldur fram niðanfyri
 


Fosturtøkur skift á aldur 2000-2014

Fá yvirlit yvir fosturtøkur í Føroyum skift á aldursbólkar í yvirlitinum omanfyri. Vel og skift millum aldursbólkar ovast til vinstru í grafinum omanfyri her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902