TG Verk ger ikki alt arbeiðið liðugt

TG Verk ger ikki alt arbeiðið liðugt
TG Verk hevur frásagt sær framíhjárættin at gera Marknagilsdepilin lidnan.
 
22.11.2015 - 11:22

Tað bleiv, sum Høgni Lauritsen, stjóri í TG Verk, longu tíðliga í heyst roknaði við: marknagilsdepilin verður ikki innilokaður fyrr enn á sumri næsta ár.

TG Verk hevði lægsta tilboð uppá meginpartin av arbeiðnum í Marknagili. Fyritøkan ger jørð, kloakk, betong- og stálarbeiði, men fyritøkan hevði eisini lægsta tilboð uppá innrætting og múraraarbeiði. Hesir báðir sáttmálarnir - innrætning og múraraarbeiði - eru tó ongantíð undirskrivaðir, og sera ivasamt er, um teir nakrantíð vera undirskrivaðir: Tí TG Verk hevur frásagt sær tann framíhjárætt at gera bygningin lidnan.

Longu nú er greitt, at ein træta um 15 milliónir - pengarnir sum Landsverk leggur út nú - endar í gerðarrættinum:

Sambært semjuni millum Landsverk og TG Verk verður beinanvegin farið undir at fyrireika eitt gerðarrættarmál. Øll krøv skulu vera latin gerðarættinum skjótast gjørligt og í seinasta lagi tvær vikur eftir at TG Verk hevur avhendað sítt arbeiði. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444