Føroyingur vunnið 1,5 mió. kr. í telduspæli

Føroyingur vunnið 1,5 mió. kr. í telduspæli
Johan Sundstein er partur av liðnum "OG", sum vann altjóða kappingina í telduspælinum Dota2 í Frankfurt. Liðið vann 1.1 milliónir dollarar
 
23.11.2015 - 00:31

Mong eru foreldrini, ið hvønn dag ilskast inn á, at synirnir brúka ov nógva tíð frammanfyri telduskíggjan, har teir spæla telduspøl. Men neyvan foreldrini hjá Johan Sundstein, Vivian og Eivind.

Johan Sundstein hevur júst vunnið 1,5 milliónir krónur í telduspælinum Dota2, ið er eitt ókeypis spæal á netinum. Hetta hendi, tá telduspæl-liðið hjá Johan Sundstein, "OG", vann altjóða kapping í Dota2 í Frankfurt. 

Fyri sigurin fekk liðið hjá Johan Sundstein 1,1 milliónir dollarar, ið eru 7,68 milliónir krónur. Og tá fimm leikarar eru á liðnum "OG", verður tað 1,5 milliónir krónur í part. 

Les meira um stóra sigurin hjá Johan Sundstein á heimasíðuni hjá Røddini: Føroyingur vunnið altjóða Dota 2 kapping

Her er eitt videobrot við Johan Sundstein, sum er gjørt í sambandi við stóru Dota2 kappingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329