Føroyingur vunnið altjóða Dota 2 kapping

Føroyingur vunnið altjóða Dota 2 kapping
Johan “BigDaddyN0tail” Sundstein er partur av liðnum, OG, sum vann altjóða kappingina Frankfurt Major. Liðið vann 1.1 milliónir dollarar umframt ein møguleika at kappast um heimsmeistaraheitið
22.11.2015 - 17:00

Skrivað hevur Tummas Napoleon Arge

 

Áðrenn kappingin byrjaði, var tað spátt, at vinnarin allarhelst fór at vera verandi heimsmeistararnir 'Evil Geniuses' ella ' Team Secret'. Liðið hjá Johan er ikki nakað gamalt lið; tað er einans tríggjar vikur gamalt. Men síðani tað bleiv stovnað, hava teir fimm luttikið í nærum øllum kappingum, sum teir kunnu, og eru tí skjótt komnir at kenna spælitstílin hjá hvørjum øðrum.

 

Samstarv gjørdi, at teir vunnu

Tey serkønu halda ikki, at tað eru kunnleikarnir hjá teimum einstøku, sum er styrkin hjá 'OG', tað er harafturímóti, hvussu væl teir duga at spæla saman. Tó verður Johan, ella 'BigDaddyN0tail', drigin fram fyri at hava spælt serstakliga væl. Her far Johan rósandi orð frá reddit brúkaranum 'shabinka.' (Greinin heldur fram undir myndini)

 

 

Dota 2 er eitt ókeypis spæl og hevur umleið 11 milliónir spælarar. Har tvey lið við fimm á hvørjum liði í spælinum, sum kappast um at drepa tann sokallaða 'Ancient' hjá hinum liðnum. Teir standa á hvør sínari síðu av bananum og eru óskaðiligir, áðrenn nøkur bestemt mál eru gjørd. Hvør spælari stýrir eini hetju. Tað eru 110 ymsar hetjur í spælinum, sum allar hava ymsar eginleikar.

 

Vunnu 1.1 millión og skulu við til heimsmeistaraskapið

Frankfurt Major er tann fyrsta av fýra altjóða Dota 2 kappingum, har tey bestu liðini í heiminum kappast. Fjórða og síðsta kappingin er "The International", har heimsmeistarin verður funnin. Vinnarin av "Major" kappingunum fær møguleikan at kappast í "The International." 

 

Frankfurt Major er tann fyrsta av fýra altjóða Dota 2 kappingum, har tey bestu liðini í heiminum kappast. Fjórða og síðsta kappingin er “The International”, har heimsmeistarin verður funnin. 

Liðið hjá Johan vann Major kappingina, og umframt at vinna 1.1 millión dollars fær liðið nú eisini møguleikan at kappast í “The International”.

 

Er 'OG' eitt one hit wonder, ella enda teir sum heimsmeistarar? Tað fer tíðin at vísa.

 

 

Omanfyri sært tú eitt filmsbrot um Johan og vinnandi dystin í Major kappingini

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.