Kann elva til diplomatiska kreppu

Kann elva til diplomatiska kreppu
Niðurskjótingin fær álvarsamar avleiðingar fyri viðurskiftini millum Russland og Turkaland, sigur Vladimir Putin, russiskur forseti
Tað kann elva til eina diplomatiska kreppu millum bæði londini, at Turkaland hevur skotið eitt russiskt stríðsflogfar niður, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
24.11.2015 - 15:21

Tað kann elva til eina diplomatiska kreppu millum bæði londini, at Turkaland hevur skotið eitt russiskt stríðsflogfar niður.

Álopið er sum at stinga Russland í bakið, sigur Putin sambært tíðindastovuni AP. Russiski forsetin sigur, at flogfarið varð skotið niður fýra kilometrar frá turkiska markinum.

Hinvegin heldur Turkaland uppá, at flogfarið var inni í turkiskum loftrumi og varð ávarað 10 ferðir, áðrenn eitt turkiskt F16-flogfar skeyt tað niður. Flogfarið datt niður í Sýria, og eldur kom í.

SÍ EISINI Sí upptøkuna: Russiskt flogfar skotið niður

Turkiski forsætisráðharrin sigur, at Turkland hevur rætt til at svara aftur, um onkur ger seg inn á turkiskt loftrúm, til tess at verja landsins trygd.

Báðir flogskipararnir á russiska flogfarinum skutu seg úr flogfarinum. Óváttað tíðindi siga, at flogskipararnir báðir doyðu.

NATO hevur boðsent limalondunum til snarfundar í dag. Tað er fyrstu ferð síðani fimmtiárini, at eitt limaland í NATO hevur skotið eitt russiskt ella sovjettiskt flogfar niður.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537