Rættarfundur verður í næstu viku

Rættarfundur verður í næstu viku
Føroya rættur skal í næstu viku viðgera tvær ákærur ímóti Sea Shepherd. Onnur er um brot á revsilógina, hin er um brot á grindalógina
 
14.01.2016 - 17:49

Altjóða deildin hjá Sea Shepherd, Stichting Sea Shepherd Global, í Amsterdam, hevur fingið boðini um, at tey skulu í Føroya rætt fríggjadagin 22. januar klokkan 9:15.

Í so máta er eingin umbering fyri ikki at senda fólk til rættarfundin. Rætturin skal viðgera tvær ákærur, onnur er um brot á revsilógina, og hin er um brot á grindalógina.

Ein bátur hjá Sea Shepherd legði upp í grindaraksturin í Sandavági tann 12. august í fjør. Báturin sigldi fyri grindina og millum hvalirnar, beint áðrenn, teir gjørdu landgongd.

SÍ EISINI Kundi endað við stórum skaða

Tað eydnaðist ikki politinum at taka bátin, sum við nógvari ferð rýmdi til havs. Ákært er fyri brot á revsilógina, tí siglingin í Sandavági var, sambært ákæruvaldinum, fyrilitaleys vandagerð, ið setti lív og heilsu hjá grindafólkunum í vanda.

Fýra fólk vóru í bátinum, men tey eru ikki ákærd, tí hóast politiið hevur varhugan av, hvørji tey eru, ber illa til at prógva tað. Politiið hevur inndrigið bátin, Echo.

Ákærin fer á rættarfundinum tann 22. januar at biðja rættin um loyvi at leggja hald á bátin. Báturin varð tikin í Hetlandi í september.

SÍ EISINI Vóru til vanda fyri grindaraksturin í Sandavági

Politiið í Lerwick tók bátin eftir áheitan frá fútanum í Føroyum, tá skipini hjá Sea Shepherd, sum vóru í Føroyum í fjør summar, komu til Lerwick.

Báturin var um borð á Sam Simon. Danska verjuskipið Knud Rasmussen fekk síðani bátin frá politinum í Lerwick.

Sea Shepherd kærdi til rættin í Edinbourgh, sum bað Sea Shepherd veita trygd, so Echo ikki fór til Føroya. Men tá var Knud Rasmussen longu farin úr Lerwick til Føroya við Echo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302