- Tíðindi, mentan og ítróttur
Revsimálið má útsetast
Eingin frá altjóða deildini hjá Sea Shepherd kom í Føroya rætt klokkan eitt korter til tíggju í morgun, tá revsimálið móti Stichting Sea Shepherd Global í Amsterdam skuldi byrja.
Eftir at hava lurtað eftir ákæranum, Lindu Hesselberg, og verjanum, Jógvani Páll Lassen, í næstan tveir tímar, avgjørdi sorinskrivarin, Henrik Møller, at sjónarmiðini hjá verjanum vóru sterkari.
SÍ EISINI Rættarfundur verður í næstu viku
Tað gjørdi, at revsimálið ikki kundi avgreiðast nú, tí eingin sat á ákærubeinkinum. Ákærin boðaði alt fyri eitt frá, at hon kærir úrskurðin til Eystara landsrætt.
Tveir heilir rættardagar vóru settir av, 15 vitni vóru boðsend, og tolkur var komin úr Danmark. Stórskíggin var tendraður at vísa upptøkurnar frá grindadrápinum í Sandavági 12.august í fjør.
Ákærdi møtti ikki upp
Ákærin var har, verjin var har, dómarin var har. Har vóru enntá tríggir journalistar. Alt var klárt. Men ein var har ikki. Og uttan hann bar ikki til at halda fram.
Alex Corneliussen, stjóri í Stichting Sea Shepherd Global, var ikki í Føroya rætti. Hann er ikki í Føroyum. Og heldur ikki á veg til Føroya.
Politiið hevur fingið at vita frá Atlantic Airways, at Alex Corneliussen hevur ikki bílagt nakran ferðaseðil hjá teimum. Hann visti annars um rættarfundin.
Boðaði ikki frá, at hann ikki møtti
Tað fekk hann at vita uttan fyri Christiansborg tann 13. november í fjør, tá politiið í Keypmannahavn fyri politiið í Føroyum kunngjørdi ákærurnar fyri honum, tá hann kom út eftir eina hoyring hjá Føroyanevndini í fólkatinginum um, ja, grindadráp.
Alex Corneliussen hevði ikki boðað frá, at hann kom ikki á rættarfundin. Sea Shepherd hevur oftari enn eina ferð kunngjørt, at felagsskapurin góðtekur, viðurkennir, ikki rættarskipanina í Føroyum.
Føroya rættur skuldi annars í dag og mánadagin viðgera tvær ákærur, onnur er um brot á revsilógina, og hin er um brot á grindalógina.
15 vitni vórðu boðsend
Ein bátur hjá Sea Shepherd legði upp í grindaraksturin í Sandavági tann 12. august í fjør. Báturin sigldi fyri grindina og millum hvalirnar, beint áðrenn, teir gjørdu landgongd.
Ákært er fyri brot á revsilógina, tí siglingin í Sandavági var, sambært ákæruvaldinum, fyrilitarleys vandagerð, sum setti lív og heilsu hjá grindafólkunum í vanda.
Ákæruvaldið hevði boðsent 15 vitnum, sum vóru á sandinum ella í báti. Trý tey fyrstu vóru longu komin í Dómhúsið, tá úrskurðurin fall: eingin rættarfundur á hesum sinni.
Krav um bót verður størri
Tað er ikki prógvað, at Stichting Sea Shepherd Global er sloppið sær undan at koma á rættarfundin, er "undveget", eftir at ákæruritið er kunngjørt.
Ákærin upplýsti, at kravið um bót verður nógv størri enn tær 75.000 kr, sum Stichting Sea Shepherd Global fekk fyri sín lut í grindadrápinum í Bø tann 23. juli í fjør.
Báturin, Echo, sum hald skal leggjast á sambært ákæruvaldinum, er verdur 234.000 krónur, við motorum.