Dýrt hjá Bretlandi at fara úr ES

Dýrt hjá Bretlandi at fara úr ES
Rokningin verður stór, gera bretar av at taka seg úr ES. Tað fer at kosta 100 milliardir pund, ella 957 milliardir krónur í okkara peningi
Tað fer at kosta Bretlandi 100 milliardir pund, ella 957 milliardir krónur í okkara peningi, gera bretar av at taka seg úr ES
 
21.03.2016 - 16:20

950.000 færri arbeiðspláss verða hetta til 2020, vísir ein frágreiðing, sum bretska ídnaðarfelagið, CBI, hevur gjørt.

CBI sigur í niðurstøðuni í kanningini, at tekur Bretland seg burtur úr evropeiska samstarvinum, fer álvarsamar avleiðingar fyri búskapin.

- Greiningin vísir, at livifóturin verður meint raktur, sigur stjórin í bretska ídnaðarfelagnum, Carolyn Fairbairn.

SÍ EISINI Annarhvør breti vil sleppa úr Evropasamveldinum

Neiligu avleiðingarnar fyri handilsviðurskiftini og íløgur fara at viga upp ímóti tí, sum Bretland sparir í limagjaldi til ES, sigur hon.

CBI, sum í høvuðsheitum umboðar stórar bretskar fyritøkur, hevur áður gjørt greitt, at felagsskapurin fer at stríðast fyri, at Bretland verður verandi í ES.

Sjálvt um tað eydnast Bretlandi at samráða seg til eina fríhandilsavtalu við ES, eftir at landið er farið burturúr, minkar vøksturin hetta til 2020 við trimum prosent, stendur í frágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV