- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politisku feløgini: Tunnilsgjaldið strikast

Tá Vágatunnilin verður latin Henriki Old, landsstýrismanni, 10. desember í ár, skal vera ókeypis at koyra í tunlinum. Tað siga politisku feløgini í Vágum og Norðoyggjum í felags yvirlýsing.
Yvirlýsingin kemur í kjalarvørrinum av borgarafundinum í skúlanum á Giljanesi 29. mars. Feløgini skriva, millum annað, at "viðmerkingarnar til lógina um p/f Vágatunnilin eru klokkuklárar.
SÍ EISINI Mótmæla ætlan at varðveita tunnilsgjaldið
"Tað kann ikki tulkast øðrvísi enn, at tað skal vera ókeypis at koyra, tá brúkarin hevur gjørt sína skyldu at gjalda lánið aftur. Og tí skal avtalan, sum landið hevur gjørt við vágafólk og fólkið í Føroyum, haldast," stendur í yvirlýsingini.
Politisku feløgini heita samstundis á Henrik Old, landsstýrið og Løgtingið um at finna eina loysn, so Vágatunnilin, eins og allir landsvegir annars, verða hildnir viðlíka og eru tryggir at brúka.
























