- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krevja at forsætisráðharrin fer frá
Meira enn 20.000 fólk savnaðust seint í gjár á torginum við Altingshúsið í Reykjavík. Tey kravdu, at Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, forsætisráðharri, leggur fra sær.
Fólkini mótmæltu eftir at skjøl er likin, sum vísa, at familja hansara helst hevur stórar peningaupphæddir fjaldar í skattaskjóli. Hetta hevur Sigmundur Davíð tó víst aftur fleiri ferðir, og so seint sum í gjár.
- Eg havi ongar ætlarnir um at leggja frá mær orsaka av hesum, sigur Sigmundur Davíð Gunnlaugsson við íslendsku Støð2. Men fólkini uttanfyri Altingið eru ikki samd.
SÍ EISINI - Eg leggi ikki frá mær
- Eg eri komin fyri at hjálpa Sigmundi at leggja frá sær. Eg haldi, at hann hevur snýtt fólkið og veljararnar, og tí eri eg her, sigur Petur Jóhannesson, sum býr í Reykjavík, við íslendska Morgunblaðið.
Hildið verður, at umleið 22.000 fólk mótmæltu á torginum mánadagin. 330.000 fólk búgva í Íslandi og av teimum bara 120.000 í Reykjavík.
Meðan trýstið frá fólkinum ikki enn hevur fingið Sigmund Davíð Gunnlaugsson at skriva út nýval, kann hann tó kortini verða noyddur til tað.
Hava reist misálit
Andstøðan í Altinginum hevur sett fram misálit móti forsætisráðharranum eftir avdúkingarnar í Panama-skjølunum, tey rópa.
- Forsætisráðharrin eigur at leggja frá sær í stundini, skrivaði fyrrverandi forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, á Facebook mánadagin.
Størsti flokkur í meiningarkanningum í Íslandi í løtuni, Piratflokkurin, hevur mist álitið á Sigmundur Davíð, skrivar NTB-tíðindastovan.
SÍ EISINI Dult skattaskjól fyri íslendingum
Málið um ríkidømi í skattaskjóli, sum hann og og kona hansara eiga, er viðkvæmt í Íslandi, sum um nakar merkti avleiðingarnar av fíggjarkreppuni í 2008 og árini eftir.
Tá vóru túsundtals íslendingar í gøtunum og mótmæltu móti bankum og politikarum, sum við vandamiklum handilsháttum høvdu drigið Ísland niður í dýkið.
Bankakreppan feldi høgrasinnaðu stjórnina. Sambært løgregluni vóru mánakvøldið fleiri fólk í gøtunum í høvuðsstaðnum enn í 2009, tá trýstið fekk stjórnina at leggja frá sær.