»Bara« farin frá fyribils

»Bara« farin frá fyribils
Íslendski forsætisráðharrin Sigmundur Davíð Gunnlaugsson er ikki farin frá, men er farin úr forsætisráðharrasessinum í óásetta tíð
Sigmundur Davíð Gunnlaugsson er ikki farin frá, men er farin úr forsætisráðharrasessinum í óásetta tíð, sigur skrivstovan hjá forsætisráðharranum í tíðindaskrivi
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
06.04.2016 - 08:21

Sigmundur Davíð Gunnlaugsson heldur fram sum formaður í Framsóknarflokkinum. Ímeðan røkir næstformaðurin í Framsóknarflokkinum, Sigurður Ingi Jóhannsson, starvið.

Hann hevur verið landbúnaðarmálaráðharri. Tað stendur í tíðindaskrivi, sum skrivstova forsætisráðharrans sendi út í gjárkvøldið.

SÍ EISINI Krevja at forsætisráðharrin fer frá

Har stendur eisini, at forsætisráðharrin og kona hansara ongantíð hava roynt at fjala ognir sínar fyri íslendsku skattamyndugleikunum.

Ognirnar í felagnum Wintris hava staðið í navninum hjá konu forsætisráðharrans, tær hava verið givnar upp síðani 2008, og skattur hevur verið goldin í Íslandi.

Skyldan hjá altingslimum at boða frá ognum sínum er ikki brotin, verður sagt í tíðindaskrivinum, ið skrivstovan hjá forsætisráðharranum sendi út týskvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425