Landskassahallið minni enn væntað

Landskassahallið minni enn væntað
Hallið hjá landskassanum var góðar 78,5 mió. kr. í 2015. Nettokassaúrslitið var eisini minni enn væntað
Løgtingið hevur fingið landsroknskapin fyri 2015.
 
30.05.2016 - 14:08

Raksturin hjá landskassanum, íløgur og útlánsúrslit kostaðu í fjør nógv minni enn fíggjarlógin fyri 2015 segði.

Úrslitið var góðar 78,5 mió. kr. í halli. Í fíggjarlógini vóru játtaðar góðar 173,6 milliónir.

Nettokassaúrslitið hjá landskassanum var góðar 156 mió. kr. í halli. Sambært fíggjarlógini fór tað at  verða 197,5 mió. kr. 

Tá góðar 888 milliónir vóru goldnar av skuldini hjá landskassanum, gjørdist bruttokassaúrslitið eina milliard og 45 milliónir krónur. Neyðugt varð at læna hesar pengar fyri at fáa javnvág í kassaúrslitið.  

Skuldin upp um seks milliardir

Løgtingið hevur fingið landsroknskapin fyri 2015.

Skuldin hjá landskassanum fór upp um seks milliardir krónur í fjør.

Landskassin fekk 20 milliónir meira í skatti, avgjøldum og ríkisstuðli enn mett varð í fjør. Og raksturin kostaði góðar 40 mió. kr. minni enn talið í fíggjarlógini.

Stór eftirlønarskylda

Sambært landsroknskapinum fyri 2015 skyldar landskassin tænastufólkum, landsstýrisfólkum og løgtingsfólkum 3,3 milliardir krónur í eftirløn.

Landsstýrisfólk og løgtingsfólk eiga 320 míó. í eftirløn. Tað hevði kostað landskassanum 3,3 mia. kr., skuldi landið keypt seg leyst av eftirlønarskylduni nú, sigur Gjaldstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860