Partur av skúlabygnaðinum skal ógildast

Partur av skúlabygnaðinum skal ógildast
Mentamálaráðið sigur, at skúlarnir í Hósvík og Hvalvík skulu varðveitast sum sjálvstøðugir skúlar við egnar leiðslu
Hvalvíkar skúli
 
08.06.2016 - 07:45

Mentamálaráðið ætlar at ógilda partar av skúlabygnaðinum í Sunda kommunu, sum Mentamálaráðið annars góðkendi í fjør.

Mentamálaráðið hevur sent Sunda kommunu ætlanarskriv um partvís at ógilda skúlabygnaðin í  kommununi, og Kringvarpið hevur fingið innlit í skjalið.

Sjálvstøðugir skúlar

Løgtingsins Umboðsmaður bað herfyri Mentamálaráðið taka uppsøgnina av skúlaleiðaranum í Hvalvíkar skúla aftur, og niðurstøðan hjá umboðsmanninum var, at tað ber ikki til at tosa um løgfrøðiligar undirvísingareindir, uttan at talan er um sjálvstøðuguar skúlar, og tí sigur Mentamálaráðið nú, at Hvalvíkar skúli og Hósvíkar skúlu skulu varðveitast sum sjálvstøðugir skúlar við egnari leiðslu

Í skrivinum sigur Mentamálaráðið um spurningin, hvørjir flokkar skulu vera í hvørjum skúla, Hósvíkar skúla,Hvalvikar skúla og Skúlanum við Streymin, at  tann parturin av góðkenningini, dagfest. 9. juli 2015, ið fatar um, at allur skúlaskapurin i Sunda kommunu verður savnaður i Skúlanum viö Streymin, ikki standa við.

Nýggj viðgerð

Mentamálaráðið ætlar tí at taka góðkenningina frá 9. juli 2015 til nýggja viðgerð, har atlit skulu takast at, at Hósvíkar skúli, Hvalvíkar skúli og Skúlin við Streymin verða sjálvstøðugur skúlar.

Sunda kommuna hevur freist til 20. juni at svara ætlarnarskrivinum frá Mentamálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444