Ikki fingið pengar til keypið

Ikki fingið pengar til keypið
Bygningsstyrelsen í Danmark hevur ikki fingið pengar enn til at keypa bankabygningin í Húsagøtu í Havn og síðani leiga hann til politistøð
 
10.06.2016 - 14:04

Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum hevur fund mikudagin og so aftur 23. juni. Síðani fer Fíggjarnevndin í summarfrí. Fyrsti fundurin eftir summarfrítíðina verður 1. september.

Á heimasíðuni hjá Fíggjarnevndini sæst ikki, at fíggjarnevndarskjalið er komið. Sambært einum yvirliti skuldi skjalið annars koma í apríl.

Umbønin ikki komin enn

Hjá Fíggjarnevndini verður váttað, at umbønin er ikki komin enn. Tórshavnar kommuna keypti bygningin frá BankNordik hálvan mai 2013 fyri 40 milliónir krónur.

BankNordik fekk sínar pengar í januar í ár. Tórshavnar kommuna seldi bygningin til Bygningsstyrelsen í Danmark, ið skal leiga hann til politistøð.

Bygningsstyrelsen skuldi taka við bygninginum tann 1. februar, ella tann fyrsta í mánaðinum eftir at danska fíggjarnevndin hevur góðkent keypið.

SÍ EISINI Bygningurin verður seldur sum ætlað

Tað stendur í treytaðu keypsavtaluni millum Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommunu, sum er undirskrivað í Keypmannahavn tann 8. januar.

John Kølbæk, fúti, vónar, at Fíggjarnevndin avgreiðir málið í næstu viku ella í seinasta lagi 23.juni, tí annars verður einki fyrr enn eftir summarfrítíðina.

Fíggjarmálaráðið hevur biðið um nýggj tøl fyri, hvussu nógv, politiið í Føroyum brúkar til millum annað streym og hita. Tey tølini fekk Ríkispolitiovastin í síðstu viku, og tey vórðu alt fyri eitt send víðari til Fíggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV