- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsrættardómur fallin í máli um hagapart
Dómur fall í Eystara landsrætti í morgun. Sambært honum eigur hagaparturin góðar 7,8 mió. kr. hjá Vinnumálaráðnum. Sakarmálið er um lendið, sum varð ognartikið í 2009, tá flogvøllurin varð longdur.
Í dómi tann 31. mars í 2014 segði Føroya rættur, at teir, sum eiga hagapartin, eiga at fáa 10,6 mió. kr. í endurgjaldi frá Vinnumálaráðnum
Kravið var 20,6 milliónir krónur. Endurgjaldið er fyri mist lendi og fyri grótið, sum varð tikið til at leingja flogvøllin.
SÍ EISINI Lendi til flogvøllin: Munurin er 20 mió. kr.
Hagaparturin fekk fult viðhald í Føroya rætti, góðar seks milliónir krónur, viðvíkjandi grótinum, sum varð tikið til flogvøllin. Men Landsrætturin sigur nú, at endurgjaldið fyri grótið er bara hálv triðja millión.
Metingarmenninir eru, síðani dómurin fall í Føroya rætti, komnir til, at talan var ikki um eina millión og 110.000 rúmmetrar av gróti, men 815.000 rúmmetrar. Lendið, har grótið varð tikið, fingu eigararnir aftur í betri standi enn tað var.
Hóast Vinnumálaráðið var mótpartur hjá hagapartinum í rættinum, skal P/f Vága Floghavn rinda hagapartinum endurgjaldið. Afturat endurgjaldinum fær hagaparturin rentu frá 24. mars í 2010, tá hann stevndi.