Skjóttgangandi bátur illa fyri í brimi í Kalsvík

Skjóttgangandi bátur illa fyri í brimi í Kalsvík
Bæði tyrla, bjargingarfeløg og Brimil vóru tilkallað, tá ein skjóttgangandi bátur hjá JAB-Adventure kom í neyð gjárkvøldið
Myndir úr Kalsoynni
Mynd: JAB-adventures  
 
17.07.2016 - 10:27

Báturin var farin inn í Kalsvík á Kalsoynni  við 7 fólkum umborð, men ring líkindi og ógvusligt brim gjørdi, at báturin slapp ikki úr aftur víkini. 

MRCC fekk boðini um at báturin var í neyð klokkan 19:48. Bæði tyrlan og bjarginarbáturin Lív vóru sendir avstað beinanvegin, meðan Brimil eisini byrjaði at sigla móti Kalsvík.  Norðoya bjargingarfelag var eisini við í bjargingini. Bjargingarbáturin Ziska var á beding og tí var Norðoya bjargingarfelag í einum læntum skjóttgangandi báti.

Sambært vakthavandi hjá MRCC var trupulleikin, at samband ikki fekst við bátin. Men aftaná ein góðan tíma eydnaðist tað at vísa RIB bátinum veg út úr Brimsvík og í slættari sjógv. 

Kalsvík er ein lítil vík norðast á Kalsoynni. 

 

Hoyr her Jens Mortan Rasmussen frá JAB Adventure greiða frá hendingini.

(Greinin er dagførd)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949