Komin í neyð av likkum

Komin í neyð av likkum
Ein kvinna í Klaksvík hevur ringt til løgregluna eftir hjálp, tí likkur í grannalagnum eru í so naskar. Vaksin og børn verða álopin
Fólk í einum grannalag í Klaksvík eru so illa plágað av likkum, at tey nú hava ringt til løgregluna fyri at vita um løgreglan kann hjálpa
 
25.08.2016 - 09:41

- Børnini kunnu ikki ganga eftir vegnum her hjá mær, tí likkurnar skjóta seg niður eftir teimum. Tað sigur Randi Waag Jacobsen í Klaksvík við vp.fo

Tað eru ikki bara børnini, ið likkurnar leypa á. Kvinnan sjálv varð eisini álopin av likkum, tá hon hevði ørindi í postkassanum mikudagin.

Randi Waag Jacobsen er nú so troytt av likkunum, ið gera seg inn á fólk, at hon hevur ringt til løgregluna fyri at vita, um løgreglan kann hjálpa sær.

Enn er ikki greitt, um løgreglan fær hjálpt fólkunum, ið eru plágað av likkunum. Randi Waag Jacobsen roknar við, at løgreglan kemur á staðið í dag, skrivar vp.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444