Útlendingur varðhaldsfongslaður fyri grovan harðskap

Útlendingur varðhaldsfongslaður fyri grovan harðskap
Ein kvinna var álopin sunnukvøldið, meðan hon gekk túr við Sandá, og løgreglan sóknast eftir vitnum
 
30.04.2024 - 10:46

Løgreglan sóknast eftir vitnum í einum máli um grovan harðskap.

Umleið kl. 20 sunnukvøldið var ein kvinna í 20-árunum álopin, meðan hon gekk túr eftir gøtuni ovarliga við Sandá í Havn.

Gerningsmaðurin leyp á kvinnuna aftanífrá og framdi ógvusligan harðskap móti henni. 

Kvinnan fekk skaðar av álopinum og var løgd inn á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Umleið 15 minuttir eftir álopið handtók politiið ein mann í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Maðurin var í grundlógarvahoyring í gjár, og hann var varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Maðurin, sum er í tríatiárunum og er útlendingur, noktaði seg sekan.

Løgreglan leitar eftir vitnum í málinum, og serliga er tað ein maður, sum kann hjálpa løgregluni.

 

 

Dagført: Hoyr samrøðu, sum Sigrún H. Brend gjørdi við Hera Andreassen, varapolitiinspektør, í útvarpstíðindunum: 

 

30042024_Heri_um_alop

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV