Google kemur nú at hjálpa henni

Google kemur nú at hjálpa henni
Teldufyritøkan Google fer nú at hjálpa við at avmynda Føroyar eftir mongu áheitaninar, fyritøkan fekk eftir ein vælumtóktan stuttfilm á seyðabaki
Google tekur nú, í samstarvi við Visit Faroe Islands og Atlantic Airways, tráðin upp eftir upptøkunum, ið vórðu gjørdar til vælumtókta Sheep View-stuttfilmin
Mynd: Skíggjamynd/Visit Faroe Islands á YouTube  
 
31.08.2016 - 14:59

Google hevur tikið mongu áheitaninar til sín. Fyritøkan fer nú at hjálpa við at avmynda Føroyar, so fólk uttanlands kunnu uppliva landið við telduna.

- Nú er tað upp til Føroya fólk og ferðafólk í Føroyum at gera eina serliga føroyska útgávu av Street View, sigur Visit Faroe Islands í tíðindaskrivi.

Google tekur nú í samstarvi við Visit Faroe Islands og Atlantic Airways tráðin upp eftir upptøkunum, ið vórðu gjørdar til vælumtókta Sheep View-stuttfilmin.

Greinin heldur fram niðanfyri

Upptøkurnar skulu gerast við at brúka seyð, súkklur, ryggsekkir, bilar, kajakkir, bátar, tyrlur og kavaraútgerð, upplýsir Visit Faroe Islands í tíðindaskrivinum.

Myndir á almennum vegum í Føroyum byrja 7. september og verða gjørdar til síðst í oktober 2016. Nakrar fáar upptøkur verða gjørdar á nøkrum fáum gongugøtum í vár.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012