Løgmaður kann koma í trupla støðu

Løgmaður kann koma í trupla støðu
Bjarni Hammer, tingmaður, ætlar at atkvøða saman við andstøðuni, so SALT-verkætlanin kann gerast liðug
 
21.10.2016 - 12:30

Meirluti er í tinginum fyri uppskotinum hjá andstøðuni um at lata eykajáttan til SALT. Bjarni Hammer ætlar at taka undir við málinum hjá andstøðuni.

Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og varaborgarstjóri á Tvøroyri, ætlar, at atkvøða saman við andstøðuni um at lata Saltsiluni eykajáttan. 

SÍ EISINI Biðja tingið hjálpa SALT

Sostatt er ein floksfelagi hjá løgmanni orsøk til, at samgongan kemur í minniluta í málinum. Løgtingið skal játta 1,6 milliónir krónir til Saltsiluna á Drelnesi.

Tað ætla fýra andstøðutingfólk, ið hava lagt uppskotið fram. Men Bjarni Hammer, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, og varaborgarstjóri á Tvøroyri, royndi herfyri sjálvur at fáa undirtøku í samgongu og andstøðu fyri einum uppskoti um eykajáttan til Saltsiluna.

Uppskot lagt fyri tingið

Bjarni Hammer fekk ikki undirtøku frá samgonguni. Tí gavst hann við royndini, tí hann vildi hava allar flokkar at taka undir við málinum. Men nú verður trupult hjá honum.

Andstøðutingmennirnir Jenis av Rana, Edmund Joensen, Kári P. Højgaard og Jacob Vestergaard hava lagt uppskot fyri tingið, um at lata Saltsiluni á Drelnesi 1,6 milliónir krónur í eykajáttan.

Tað er upphæddin, sum manglar í, nú Mærsk-grunnurin og Tvøroyrar kommuna hava gjørt av, at stuðla við meira peningi, tí 7,6 milliónir manglaðu í at fáa Saltsiluna lidna.

SÍ EISINI Ongar viðmerkingar um stuðulsmál

Sosatt er trupult hjá Bjarna Hammer ikki at atkvøða fyri einum uppskoti, sum hann av fyrstan tíð sjálvur vildi hava fyri tingið. Harumframt skal eisini havast í huga, at kommunuval er í hondum.

Tí er uppaftur truplari hjá varaborgarstjóranum ikki at taka undir við uppskotinum. Um øll andstøðan og Bjarni Hammer atkvøða fyri uppskotinum, so eru 17 atkvøður fyri, og so verður málið samtykt. 

Útvarpið tosaði við Bjarna Hammer fyrrapartin. Hann váttaði, at hann fer at taka undir við uppskotinum, men hann vil ikki gera samrøðu við útvarpið í løtuni.

Setur løgmann í trupla støðu

Tá Bjarni Hammer tekur undir við uppskotinum, er sannlíkt, at øll andstøðan eisini fer at taka undir við uppskotinum, fyri at vinna samgonguni neisir.

Hetta setur samgonguna og løgmann í eina trupla støðu, tí ein tingmaður í flokkinum hjá løgmanni tekur undir við einum uppskoti hjá andstøðuni, ið kostar 1,6 milliónir krónur eyka.

Jónleif Johannesen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, vil ikki gera viðmerking, men vísir til løgmann, løgmaður er upptikin á fundi, og tad eydnadist ikki at fáa vidmerking frá honum til málið.

Mugu kanska taka lán

Útvarpið vildi fegið annars fegin spurt Jónleif Johannesen, hvat hann sigur til, at ein javnaðarmaður tekur undir við uppskotinum frá andstøðuni.

Ólavur Rasmussen, formaður í Saltgrunninum, hevur annars sagt, at grunnurin fer at taka lán til tað, ið manglar í fyri at fáa Saltsiluna lidna.

Uppskotið um eykajáttan til Saltsiluna kemur til fyrstu viðgerð í Løgtinginum 28. oktober, fríggjadagin í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444