Flestu kvinnur stilla upp í Sandoynni

bannari
Flestu kvinnur stilla upp í Sandoynni
210 kvinnur stilla upp til kommunuvalið
 
23.10.2016 - 10:50

594 fólk stilla upp til kommunuvalið 8. november. Av hesum eru 210 kvinnur. Tað vil siga, at talið á kvinnunum á valevnislistunum tilsamans er 35,4 %. 

Í 2012 vóru 35% av valevnunum kvinnur, so eitt sindur fleiri kvinnur eru uppstillaðar hesaferð enn á seinasta vali.

Hyggja vit at kvinnuumboðanini í teimum ymisku oyggjunum, so er Sandoyggin lutfalsliga best umboðað við 41,2%. Í hinum endanum liggur Suðuroyggin. Kvinnuumboðanin har er 31,7%, sum er næstan 10% minni enn í Sandoynni.

Í Streymoy er kvinnuumboðanin 39,7%.

Í Norðoyggjum er kvinnuumboðanin 36,8%.

Í Eysturoy er talan um 32,9%.

Og í Vágum er kvinnuumboðanin 32,4%.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444