Sumbiar kommuna góðkenda spillivatnsskipan

Sumbiar kommuna góðkenda spillivatnsskipan
Spillivatnsskipanin hjá Sumbiar kommunu, ið er fyrsta kommunan í Suðuroy, sum lýkur allar treytirnar í spillivatnskunngerðini frá 2009, er góðkend
Umhvørvisstovan hevur nú góðkent nýggju spillivatnsskipanina hjá Sumbiar kommunu. Arbeiðið kostaði umleið 3,3 milliónir krónur
 
26.10.2016 - 07:58

Umhvørvisstovan hevur nú góðkent spillivatnsskipanina hjá Sumbiar kommunu, skrivar kommunan á sínari heimasíðu.

Fyri at fyribyrgja umhvørvisdálking og heilsuvanda, var í 2009 álagt øllum kommunum í landinum at burturleiða spillivatni á skipaðan hátt.

Arbeiðið byrjaði í 2011

Kunngerðin fevnir um kommunalu ábyrgdina at burturleiga spillivatn frá húsarhaldum, virkjum og festum økjum.

Arbeiðið í Sumba byrjaði í januar 2011, og nú er arbeiðið liðugt, og Umhvørvisstovan hevur góðkent spillivatnskipanina.

Samlaði kostnaðurin fyri nýggju spillivatnsskipanina hjá Sumbiar kommunu er umleið 3,3 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946