Kunngjørt vinnaran ov tíðliga

Kunngjørt vinnaran ov tíðliga
Norska Dagsavisen hevur longu - helst av misgáum - kunngjørt, hvør fær norðurlendsku bókmentaheiðurslønina í ár
Norska Dagsavisen kunnger longu nú í pappírsblaðnum, hvør fær bókmentaheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum í kvøld
Mynd: dagsavisen.no  
 
01.11.2016 - 12:20

Hóast virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum ikki verða latnar fyrr enn í kvøld, hevur norska Dagsavisen longu nú kunngjørt, hvør fær ta einu virðislønina

Og vilt tú vita, hvussu tað fer at gangast Carl Jóhan Jensen, sum er í uppskoti at fáa bókmentaheiðurslønina, í kvøld, skalt tú ikki lesa víðari her.

Mynd: Dagsavisen avdúkar í dag á forsíðuni, hvør fær bókmentaheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum í kvøld

Sambært pappírsútgávuni av Dagsavisen í dag, fær Katarina Frostenson úr Svøríki heiðurslønina fyri yrkingarsavnið Sånger och formler.

Blaðið skrivar, at Katarina Frostensen fekk heiðurslønina á einum hátíðarhaldi, sum longu hevur verið. 

SÍ EISINI Trý úr Føroyum í uppskoti

Men norðurlendsku heiðurslønirnar verða ikki handaðar fyrr enn í kvøld, og av røttum eigur tað at verða hildið loyniligt, hvør fær heiðursløn, til hátíðarhaldið hevur verið.

Kunningarráðgevin hjá Norðurlandaráðnum, Louise Hagemann, sigur, at hon skilur einki, tí einki verður kunngjørt fyrr enn í kvøld. 

Mentanarredaktørurin á Dagsavisen sigur, at nú verður kannað, hví blaðið longu hevur kunngjørt, hvør fær bókmentaheiðurslønina. 

Dagsavisen umber

Katarina Frostenson, sum sambært Dagsavisen fær norðurlendsku bókmentaheiðurslønina í ár, er lýriskt skald og limur í Svenska akademinum, sum býtir út Nobel-heiðurslønina í bókmentum.

Í 2012 var hon eisini í uppskoti at fáa bókmentaheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum. 

Dagsavisen umber nú á heimasíðu síni, at blaðið hevur hevur prentað, hvør fær bókmentaheiðurslønina í ár. Tað átti ikki at verið gjørt, skrivar blaðið á dagsavisen.no.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928