Ferðsluproppur á Hálsi í Havn

bannari
Ferðsluproppur á Hálsi í Havn
Ætlar tú tær á val í Havn, so er best at fara til gongu niðan á Háls
Ferðsluproppur er á Ringvegnum á Hálsi í løtuni
 
08.11.2016 - 15:52

Vanliga er nógv ferðsla um 16 tíðina, tá fólk fáa frí, men kommunuvalið í dag hevur lagt eyka nógv trýst á tær báðar rundkoyringarnar á Hálsi, so ferðslan í løtuni sniglar seg fram eftir.

Kommunan hevur heitt á Ansni at stýra ferðsluni til og frá valstaðnum á Hálsi, men úti á ringvegnum er eingin, sum stýrir ferðsluni.

Í løtuni flytir ferðslan seg vestur eftir ringvegnum, meðan ferðslan eystur eftir og út úr býnum gongur øgiliga spakuliga.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860