Nýtt ÍSF-hús oman á Fimi

Nýtt ÍSF-hús oman á Fimi
Ítróttasamband Føroya skal byggja nýtt høvuðssæti. Tórshavnar kommuna bjóðar ÍSF at leiga eitt øki fyri 5.000 um árið næstu 30 árini
ÍSF ætlar at byggja nýtt høvuðssæti oman á Fimi-høllini (til vinstru á myndini) við Tórsvøll. Kommunan bjóðar felagnum at leiga "økið" oman á Fimi næstu 30 árini
 
16.11.2016 - 20:39

ÍSF vil hava nýtt høvuðssæti til virksemið hjá sær og hølir til sersambondini. Samskiftið hevur verið millum Tórshavnar kommunu og ÍSF um nýtt høvuðssæti.

Á fundi 4. oktober komu kommunan og ÍSF at kalla ásamt um eina avtalu um, at nýggja ÍSF-húsið skal byggjast omaná fimleikahøllina Fimi í Gundadali.

Í óbindandi uppritinum til leiguaavtalu fyri lendið, Kringvarpið hevur fingið innlit í, sæst, at ÍSF-skal gjalda 5.000 krónur í árligum leigugjaldi fyri lendið omaná Fimi í 30 ár.

Óvist hvat ÍSF-húsið kostar

Tórshavnar kommuna bindur seg til at rinda fyri møguligan meirkostnað fyri partar av tekjuni av ÍSF-húsinum, so tekjan tekur seg út sambært ætlanini fyri Tórsvøll.

Tað verða faðir og dóttir, ið skulu skriva undir leiguavtaluna, sæst í innlitinum. Tí umframt, at kommunustjórin skal skriva undir, skulu Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, sum eisini er dóttir Heðin Mortensen, skriva undir.

Hvussu nógv Tórshavnar kommuna skal rinda fyri at keypa gamla ÍSF-húsið sæst ikki av innlitinum í uppritinum til skjeytið fyri gamla ÍSF-húsið, tí tølini eru strikað út við svørtum.

Býráðið skal góðkenna avtaluna

Men eisini tað skjalið skulu Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, og dóttir Heðin Mortensen, skriva undir.

Avtalan millum ÍSF og Tórshavnar Kommunu er treytað av undirtøku í Tórshavnar býráð.

Sambært uppritinum til avtalu, so skal ÍSF byrja at byggja nýggja sætið í 2022, og bygningurin skal verða liðugur innan 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902