The Islands and the Whales vunnið virðisløn

The Islands and the Whales vunnið virðisløn
Dokumentarfilmurin um Føroyar, grindadráp og umhvørvi, vann fríggjakvøldið virðisløn á størsta amerikanska dokumentarfestivalinum, DOC N-Y-C
 
20.11.2016 - 13:47

Dokumentarfilmurin hjá Mike Day, The Islands and the Whales, sum lýsir dálkingina í heimshøvunum gjøgnum Føroyar og grindadráp vann fríggjakvøldið virðisløn á størsta amerikanska dokumentarfestivalinum, sum kallast DOC N-Y-C.

Dómsnevndin helt, at millum teir tilnevndu filmarnar, hevði  'The Islands and the Whales' greiðasta boðskap. 

"Filmurin lýsir ein alheimstrupulleika á ein inniligan hátt, og tí vinnur the Islands and the Whales hesa virðisløn", segði dómsnevndin, tá virðislønin varð handað. 

Endamálið við filminum er at vísa, hvussu dálkað heimshøvini eru - og tað velur Mike Day, leikstjóri at gera, við at lýsa, hvussu dálkingin hevur ávirkað lívið hjá okkum her í Føroyum. 

"Henda søgan um Føroyar sigur nógv um, hvussu illa tað stendur til við dálking í heiminum", segði Mike Day við Útvarpið í summar. 

Í filminum verður millum annað fortalt, hvussu føroyskar siðvenjur sum grindadráp eru kroystar, tí so stór dálking er.

Filmurin um Føroyar hevur verið vístur í biografum og í sjónvarpsstøðum um allan heim. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860