Sjúrður spyr Anders um heimildarlóg og Brexit

04.12.2016 - 16:01
AktueltPolitikkur
Sjúrður spyr Anders um heimildarlóg og Brexit
Fólkatingið fer í morgin at hava orðaskifti í sambandi við, at Danmark hevur fingið nýggja stjórn
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, vil hava at vita frá nýggja uttanríkisráðharranum í donsku stjórnini, Anders Samuelsen, hvat hann heldur um føroyska ynskið at fáa endurskoðað uttanríkispolitisku heimildarlógina.

Higartil hevur danska stjórnin havt ta støðu, at Føroyar og Grønland í altjóða felagsskapum noyðast at tosa við einari rødd, eisini tá londini eru ósamd.

Grundgevingin er, at Danmarkar ríki kann ikki býtast sundur, og at tey, sum formliga umboða ríkið í uttanríkispolitikki, mugu mæla somu tungu.

NEAFC

Sjúrður Skaale vísir á, at hetta er ikki rætt í øllum førum.

Í felagsskapinum NEAFC, sum umsitur fiskastovnarnar í útnyrðingspartinum av Atlantshavi, umboða Føroyar og Grønland í felag formliga Danmarkar ríki. Men í NEAFC umboðar ES Danmark. 

Sostatt er ríkið býttur sundur í tvey, og kann tí sjálvsagt eisini býtast í tríggjar partar, heldur Sjúrður Skaale.

Brexit og Arktis

Sjúrður Skaale spyr eisini Anders Samuelsen, hvørja støðu uttanríkisráðharrin hevur, tá ið ræður um føroysk viðurskifti í samráðingunum við Bretland um Brexit, og hvussu hann fer at arbeiða fyri føroysku áhugamálum í hesum sambandi. 

Fólkatingsmaðurin vísir á, at í nýggja samgonguskjalinum millum Vinstraflokkin, Konservativa flokkin og Liberal Alliance verður sagt, at stjórnin fer at arbeiða fyri áhugamálum hjá ríkisfelagsskapinum, eisini føroyskum og grønlendsku áhugamálum, tá samráðst verður um Brexit. 

Men einki verður sagt um, hvussu hetta skal gerast. 

Uttanríkisráðharrin verður eisini spurdur, hvørja støðu danska stjórnin hevur til føroysk viðurskifti í sambandi við Arktis, og møguleikarnar fyri at fáa altjóða fyritøkur at gera íløgur har.

Fólkatingið fer í morgin at hava orðaskifti, í sambandi við at nýggj stjórn er skipað, og tá verða hesir spurningar eisini umrøddir, sigur Sjúrður Skaale. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. oktober
Hetjur í hæddunum
Mánadag 16. oktober
3-2
Sunnudag 15. oktober
Andaktin
Sunnudag 15. oktober
Møti úr Frelsunarherinum
Hósdag 12. oktober
Kendir føroyingar: Kjølbro