Høgni Hoydal fær óvæntaðan stuðul

Høgni Hoydal fær óvæntaðan stuðul
Jørgen Niclasen stuðlar átakinum hjá Høgna Hoydal at stovna eina føroyska veðurtænastu
 
07.01.2017 - 11:46

Veðurtænastan er yvirtikið málsøki, men í løtuni verða bara mátingar gjørdar í Føroyum. 

Sum er starvast eingin veðurfrøðingurin í Føroyum og veðurforsøgnir verða keyptar frá danska veðurstovninum DMI fyri 1,8 milliónir um árið. 

Høgni Hoydal hevur sett skjøtul á eina føroyska veðurtænast, og í hesum arbeiðnum fær hann stuðul frá Fólkaflokkinum.  

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, tekur fult undir við átakinum hjá landsstýrismanninum

- Í dag rinda vit lønir niðri í Danmark, rinda vit tær her, kunna vit fáa ein fínan veðurstovn á flogvøllinum, sigur Jørgen Niclasen.

Jørgen Niclasen leggur dent á, at ein føroyskur veðurstovnur hoyrir heima á flogvøllinum í Vágum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012