Stórur vøkstur í álopum í ES

Stórur vøkstur í álopum í ES
Europeiskir myndugleikar óttast, at russar fara at leggja seg út í eurpeiskan politikk. Teldusníkar framdu 20 prosent fleiri brot í 2016 enn í 2015
Málið um teldusníkar, sum kunnu ávirka valstríð í Evropa, er nú tikið upp á hægsta embætismannastigi í ES eftir at sníkar fremja alsamt fleiri álop
 
09.01.2017 - 16:47

Teldusníkar royndu í 2016 110 ferðirnar at fremja álop á telduambætarar hjá ES-nevndini. Tað skrivar bretska blaðið, Financial Times.

ES-myndugleikarnir óttast, at Russland fer at órógva komandi valini í Fraklandi og Týsklandi, sum fregnartænastan í USA sigur, landið gjørdi í USA.

SÍ EISINI 35 diplomatar vístir úr USA

- Hóttaninar eru áhaldandi, ágangandi og alsamt meira vandamiklar, sigur Sir Julian King, ES-umboðsmaður í trygdarviðurskiftum, sambært blaðnum.

Angela Merkel, týskur samveldiskanslari, hevur longu ávarað um, at álop frá teldusníkum kunnu fáa ávirkan fyri valstríðið í Týsklandi undan valinum.

ES og NATO hava hert trygdina í KT-skipanum. Málið um teldusníkar, sum kunnu ávirka valstríð, er nú tikið upp á hægsta embætismannastigi í ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012