Avhoyringar lidnar

Avhoyringar lidnar
Støða er ikki tikin til um tríggir menn umborð á Polar Nanoq, sum eru avhoyrdir í málinum um eina horvna gentu, skulu varðhaldsfongslast
Løgreglan er liðug at avhoyra tríggjar menn, sum eru við trolaranum, Polar Nanoq, eftir at ein genta í Reykjavík hvarv um vikuskiftið
 
19.01.2017 - 10:06

Avhoyringin av monnunum, ið vórðu handtiknir umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, er liðug, sigur íslendska kringvarpið, RUV.

Enn er støða ikki tikin til, um løgreglan fer at biða um at fáa mennirnar varðhaldsfongslaðar. Íslendska løgreglan gjørdi kanningar á trolaranum, ið kom á Hafnafjørðin mikukvøldið.

SÍ EISINI Tíðartalvan í málinum um horvnu Birnu Brjánsdóttir

Men kanningarleiðarin hjá íslendsku løgregluni vil ikki siga, um løgreglan fann nakað illgrunavert umborð á grønlendska trolaranum.

Sambært RUV er ongin annar av manningini á trolaranum undir illgruna. Íslendska løgreglan hevur leitað eftir einari 20 ára gamlari gentu síðani leygarkvøldið.

Ein reyður bilur er sæddur á vakmyndatólum koyra fram við gentuni. Bilurin er eisini sæddur á vakmyndatólum í Havnini í Hafnarfirði, har grønlendski trolarin lá við bryggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (3:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050