Viðgera herda revsing

Viðgera herda revsing
Løgtingið fer í morgun at viðgera herðingarnar í revsiógini, ið skulu koma í gildi 1. mars
Herðingarnar í revsiógini skulu koma í gildi 1. mars. Fyrsta viðgerð er á tingfundinum nú klokkan 11
 
19.01.2017 - 10:50

Revsilógin skal herðast, tá ræður um kynslig brotsverk. Aksel V. Johannesen, løgmaður, legði stutt fyri jól uppskot fyri Løgtingið um at dagføra og herða partin í revsilógini, sum er um kynslig brotsverk.  

Funnist verður at, at ásetingarnar í revsilógini um kynslig brotsverk ikki eru dagførdar, síðani revsilógin varð yvirtikin í 2009.

Broytingar í gildi 1. mars

Serliga er neyðugt at dagføra ásetingarnar um neyðtøku, um at misbrúka fólk, sum ikki fáa vart seg, og kynsligt samband við ættleidd børn. 

Harafturat verða nøkur kynslig brotsverk ikki revsað, um tey verða framd í hjúnalagi, ella kann revsingin detta burtur, um partarnir seinni giftast.

Herðingarnar í revsiógini skulu koma í gildi 1. mars. Fyrsta viðgerð er á tingfundinum í dag klokkan 11:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444