Vil tryggja grønlendingum arbeiðið

Vil tryggja grønlendingum arbeiðið
Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Hans Enoksen, vil hava fleiri grønlendingar umborð á grønlendskar trolarar
 
29.01.2017 - 16:34

-  Vit kunnu ikki halda fram við at geva útlendskum fiskimonnum hýru við grønlendskum fiskiskipum. Kunngerðin um undantak at manna grønlendsk fiskiskip má strikast, sigur landsstýrismaðurin sambært Sermitsiaq.

Sambært kunngerðini, kunnu yvirmenn umborð á skipi, sum er meira enn 24 metrar langt, verða í minst lagi 60 prosent av manningini, sum er skrásett at búgva í Grønlandi, og hava búð í Grønlandi seinastu tvey árini. 

Hans Enoksen sigur, at nógv arbeiðsfør ungfólk eru, sum kundu fingið hýru umborð á fiskiskipum í landinum.

- Eg haldi, at fiskivinnan eigur at upplýsa um útbúgvingarmøguleikar innan fiskivinnuna, soleiðis at næmingar innan sjóvinnu kunnu mynstra umborð á grønlendsk fiskiskip eftir útbúgvingarlok, sigur Hans Enoksen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum í Grønlandi, sambært Sermitisaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537