Afturkalla fryst jarðber

Afturkalla fryst jarðber
Roskildesjúku-virus er staðfest í sýnum av frystum jarðberum frá Coop og Gestus.
 
31.01.2017 - 08:17

Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá, at tvey sløg av frystum jarðberum verða afturkallaði, tí Roskildesjúku-virus er staðfest í sýnum av berunum.

Talan er um fryst jarðber frá Gestus og frá Coop, og báðar vørurnar eru seldar í Føroyum. 

 

Um berini ikki verða hitaviðgjørd, áðrenn tey verða etin, soleiðis at virus verður dripið, er vandi fyri Roskildesjúku.

Sjúkutekin eru spýggja, kvalmi og leyst lív. Sjúkutekin vísa seg vanliga 1-2 samdøgur eftir, at tú ert smittaður og vara vanliga í 1-3 samdøgur.

Tú kanst lata vøruna aftur, har hon er keypt, ella beina hana burtur, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Nærri kunning um afturkallaðu berini sæst umvegis leinkjurnar niðanfyri til heimasíðuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Kunning um berini frá Gestus

Kunning um berini frá Coop

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860