Trygdarráðgevin hjá Trump leggur frá sær

Trygdarráðgevin hjá Trump leggur frá sær
Altjóða trygdarráðgevin Michael Flynn, leggur frá sær í kjalarvørrinum av ósemjum um Russlands-samrøður, skrivar New York Times
Michael Flynn leggur frá sær eftir bara tríggjar vikur í starvinum sum trygdarráðgevi
 
14.02.2017 - 06:21

Flynn hevur givið villleiðandi upplýsingar til m.a. varaforsetan, Mike Pence, um samrøður sínar við russiska sendiharran í USA.

- Eg havi av gáloysni kunnað varaforsetan og onnur við ófullfíggjaðum upplýsingum um telefonsamtalur mína við russiska sendiharran. Eg havi biðið forsetan og varaforsetan um umbering, og tað hava teir góðtikið tað, skrivar Flynn í uppsagnarbrævinum, sambært CNN.

       Les  uppsagnarbrævið hjá Michael Flynn

Samrøðurnar millum Michael Flynn og russiska sendiharran hava verið áðrenn Flynn tók við starvinum, og hava m.a. snúð seg um handilstiltøkini móti Russlandi eftir kríggið móti Ukreina,- og tað er hetta, sum Flynn hevur avnoktað yvir fyri Pencen, sum alment hevur vart Flynn.

Tað er lógarbrot, um ein sivilur kjakast um uttanríkispolitikk við eitt fremmant vald. 

Flynn, sum er general-loytnantur,  leggur frá sær eftir minni enn ein mánað í starvinum.

Pensjóneraður ráðgevi

Tað verður pensjoneraði generalurin, Joseph Keith Kellogg, sum fyribils fer at taka við starvinum sum trygdarráðgevi hjá Donaldi Trump forseta.

Hann hevur, sambært BBC, 30 ára royndir frá herinum, og hevur  verið í hertænastu í Vjetnam, Kambodia, Panama og í Flógvanum. Hann var ráðgevi undir Irak-krígnum frá 2003 til 2004, og hevur seinast ráðgivið Trumo um trygdina í sambandi við forsetavalstríðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860