KT-felagið: Arbeiðið má bjóðast út

KT-felagið: Arbeiðið má bjóðast út
Tað er avgerandi fyri, at verkætlanin Talgildu Føroyar eydnast, at øll menning og allur rakstur verða boðin út í kapping millum føroyskar veitarar
 
21.02.2017 - 08:04

Tað sigur KT-felagið, sum undrast á, at sagt verður í lógaruppskotinum, at allar menningar- og rakstraruppgávur verða bodnar út í fríari kapping við føroyskar veitarar, og ikki millum føroyskar veitarar. 

Sambært hesum skal tað almenna kappast við vinnuna. Tað er vónandi ein feilur, sigur KT-felagið.

Førleikar mennast í Føroyum

Skal talgildu Føroyar verkætlanin eydnast er altavgerandi, at KT-førleikar verða mentir í Føroyum, sigur felagið. 

Tí eigur lógin bara at loyva tí almenna at fara uttanlands eftir lutum og ráðgeving, tá eingin veitari er í Føroyum

Tað hevur ovurstóran týdning fyri bæði KT-vinnuna, almennar stovnar og ikki minst fyri samfelagið sum heild at varðveita og menna teir førleikar, sum í framtíðini skulu reka talgildu Føroyar, sigur KT-felagið, sum annars tekur undir við at seta lógina um talgildu Føroyar í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012