Fáa nú svar uppá dygdarmetingina

Fáa nú svar uppá dygdarmetingina
Nú fæst skjótt svar uppá, um føroyska sjúkrahúsverkið lýkur dygdarkrøvini, sum Den Danske Kvalitetsmodel setir
 
24.02.2017 - 08:06

Hesa vikuna hava fólk frá danska stovninum IKAS verið í Føroyum og kanna, um okkara heilsuverk livir upp til nøkur ávís dygdarkrøv.

Tey hava gjøgnumgingið ymiskt á sjúkrahúsunum, og tey kannað eftir og fingið svar upp á spurningar, sum skulu svarast nøktandi, um sjúkrahúsverkið skal fáa sína akkreditering, sum tað verður rópt.

Og um seks vikur fæst so svarið, sum bíðað hevur verið eftir í spenningi. Er okkara sjúkrahúsverk nóg gott?

Skal tryggja dygdina

Akkreditering snýr seg um trygd og dygd. Hon hevur til endamáls at menna heilsuverkið og tryggja, at dygdin er á nóg høgum stigi.

Í stuttum skal Landssjúkrahúsið liva upp til nøkur dygdarkrøv, sum Den Danska Kvalitetsmodel setir til mannagongdir og skrivligar vegleiðingar, og akkrediteringin fevnir bæði um leiðslu og organisatión, og um sjúklingar og viðgerðir.

Eru vegleiðingar og mannagongdir t.d. nóg tryggar, tá ið tað kemur til at geva heilivág, fremja skurðviðgerðir, til reinføri, og hvussu sjúklingar verða móttiknir og útskrivaðir.

Brúka í grannalondunum

Í grannalondunum verða sjúkrahús longu góðkend eftir hesum leisti. Í Danmark vóru sjúkrahúsini fyrstu ferð mett eftir hesari kvalitetsskipan í 2010. Í 2011 varð farið undir at fyrireika føroysku sjúkrahúsini til hesa akkreditering.

Nú hava fólkini frá einari eftirmetingarnevnd frá danska stovninum IKAS so verið í Føroyum hesa vikuna, og tey hava verið í hvørjum króki og kanna eftir, um heilsuverkið lýkur dygdarkrøvini. 

Um seks vikur kemur niðurstøðan væntandi. Hvør niðurstøðan verður, veit eingin enn, men møguleikarnir eru fýra:

- at sjúkrahúsini liva upp til krøvini
- at sjúkrahúsini í stóran mun liva upp til krøvini
- at sjúkrahúsini í lítlan mun liva upp til krøvini
- ella í ringasta føri, at sjúkrahúsini ikki liva upp til krøvini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012