Bileigarar skulu fíggja ókeypis koyring

Bileigarar skulu fíggja ókeypis koyring
Vektgjaldið hækkar og brennievni gerst dýrari, tá Vágatunnilin verður latin landinum í mai, og gjaldið, fyri at brúka tunnilin, verður strikað
Bileigarar skulu fíggja uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at strika bummgjaldið í undirsjóvartunlunum
 
09.03.2017 - 08:46

Tá Vágatunnilin skal latast landinum tann 1. mai í ár, og gjaldið fyri at brúka hann verður strikað, skal vektgjaldið hækka tvey prosent og seks oyru leggjast oman á bensprísin og seks oyru á dielselprísin.

Hetta skal geva landskassanum 4,8 milliónir krónur. Samstundis sparir landið tríggjar milliónir krónur í umsiting, tí P/f Vágatunnilin verður strikað. Hesar milliónir skulu brúkast til at reka Vágatunnilin fyri.

Næsta ár, tann 1.mai, skal júst sama mannagongd brúkast í sambandi við Norðoyatunnilin. Tá verða somu príshækkingar og sama umsitingarsparing brúktar til at fíggja raksturin hjá Norðoyatunlinum.

Samantikið hækkar vektgaldið fýra prosent, og 12 oyru koma afturat prísinum á bensini og dieseli, og tað er sambært uppskotinum hjá Sambandsflokkinum, sum skal hava fyrstu viðgerð týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537