Yvirgangur í London: Fimm deyð og 40 løstað

Yvirgangur í London: Fimm deyð og 40 løstað
Leiðarin fyri stríðnum móti yvirgangi í Metropolitan-løgregluni, Mark Rowley, sigur við BBC, at løgreglan heldur seg vita, hvør gerningsmaðurin er
Fimm fólk eru deyð eftir yvirgangsatsóknirnar í London seinnapartin í gjár, og 40 fingu løstir
Mynd: AP  
 
23.03.2017 - 07:13

Fimm fólk eru deyð eftir yvirgangsatsóknirnar í London seinnapartin í gjár, og 40 fingu løstir. Tað skrivar BBC.

Leiðarin fyri stríðnum móti yvirgangi í Metropolitan-løgregluni, Mark Rowley, sigur við BBC, at løgreglan heldur seg vita, hvør gerningsmaðurin er, og at hann hevur fingið íblástur til atsóknirnar frá altjóða og islamistiskum yvirgangi. Men hann vildi tó ikki fara í smálutir.

SÍ EISINI Yvirgangur í London: Sjey fólk handtikin

Tað var um hálvgum trý-tíðina í gjár, at ein einsamallur álopsmaður í einum gráum Hyundai-bili koyrdi framvið gongubreytini á Westminister Bridge, nærindis bretska parlamentinum í miðbýnum í London.

Maðurin stýrdi bilin upp á gongubreytina og rendi í fleiri umførum á fólk, sum vóru til gongu á brúnni. Síðani rendi bilurin inn í gyrðingina, sum er kring House of Parliament.

Royndi at sleppa inn í parlamentið

Álopsmaðurin hevði knív við sær, og rann móti parlamentinum, har hann royndi at sleppa inn. Løgreglan steðgaði manninum, men ein av løgreglumonnum var óvápnaður, og álopsmaðurin stakk og drap løgreglumannin.

Eitt annað løgreglufólk skeyt og drap gerningsmannin, skrivar BBC. 34 ára gamli Martin Pearce, sum býr Norwich, var staddur við brúnna. Hann greiddi soleiðis frá í gjár:

"Blóð er allastaðni. Eg veit ikki hví, eg gráti, men fólk eru skotin ella stungin alla staðni. Tey hava stongt brúnna. Uha. Eg havi tað gott, men fólkini á brúnni hava tað ikki gott,"  segði Martin Pearce.

SÍ EISINI Yvirgangur: Fólk lupu av Westminister Bridge

Í gjárkvøldið tosaði bretski forsætisráðharrin, Teresa May, við bretsku tjóðina:

"Gøturnar í Westminister hýsa heimsins elsta parlamenti, og tað er gróðurfest í frælsiandanum, sum sendur ekkó til fjarðastu partar av heiminum. Og virðini verða umboðað í parlamentinum, demokrati, frælsi, mannarætindini og lógarverkið, - sum eru virðini hjá einum frælsum fólki."

"Tí er tað eitt mál, fyri tey, sum vraka slík virði. Lat meg siga tað greitt, at allar royndir at berja niður hesi virði við harðskapi og yvirgangi eru dømdar at miseydnast. Í morgin kemur parlamentið saman aftur sum vanligt, segði Teresa May í talu til bretska fólkið í gjárkvøldið."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012