Avrikið var ikki nóg gott

Avrikið var ikki nóg gott
Føroyar høvdu teir málmøguleikarnar sum vóru í dystinum, men eftir stendur, at avrikið var ikki, sum vit fyrr hava sæð tað frá hesum spælarunum
 
25.03.2017 - 19:59

Lat tað vera sagt, at um tað skuldi verið ein vinnari í heldur lunkaða 0-0 javnleikinum millum Andorra og Føroyar í kvøld, so skuldi tað verið føroyar eftir málmøguleikunum.

Men tá tað er sagt, so telist føroyska avrikið millum tey slakaru, sum vit hava sæð frá hesum leikarunum.

Í fyrra hálvleiki eru Føroyar greitt omaná móti einum einum liði, sum fyri tað mesta stendur í verjustøðu.

Føroyar koma eisini til málmøguleikar, tann størsta fær Jóan Símun Edmundsson, tá hann rennur frá øllum mótstøðuleikarunum, men skotið fer beint á málverjan.

Aðrir møguleikar eru eisini. Hallur Hansson stendur í góðari støðu, men rakar ikki bóltin nóg væl, tá hann skal skalla móti málinum. Tað skuldi endurtaka seg í seinna hálvleiki í munandi betri støðu.

Býtt reytt kort

Jóan Símun Edmundsson telist millum allarbestu føroysku spælararnar, sum nakrantíð hava spælt á føroyska landsliðnum, men dysturin í kvøld verður ein, sum hann skjótt vil gloyma.

Tá 74 minuttir eru farnir, fær hann sítt seinna gula kort, tá hann letur seg detta fyri at fáa frísspark. Dómarin fer, sum hann skal, í lumman eftir seinna gula kortinum, og so er Jóan Símun Edmundsson útvístur.

Føroyar hava trupult við at skapa møguleikar í seinna hálvleiki, og ein situr við kensluni av, at skal tað henda, so skal tað koma frá 25 ára gamla toftamanninum. Men við filmingini setur hann liðið hjá sær í trupla støðu.

Eitt býtt, sera býtt, reytt kort.

Tó skuldi hann ikki fingið fyrra gula kortið, sum hann fekk í fyrra hálvleiki, tá ein kann argumentera fyri, at Føroyar áttu brotsspark. Hvat sum kundi hent við 11 móti 11 í tjúgu minuttir afturat, fáa vit ongantíð at vita.

Tóku ikki av

Síðsta korterið er tað Andorra sum roynir at vinna dystin. Teir komu til nógv frísspørk, sum teir senda inn í føroyska brotssteigin, men sjáldan verður tað vandamikið.

Í so máta skal føroyska verjan hava rós. Andorra hevði ikki ein veruligan møguleika í øllum dystinum. Men so skal eisini vera sagt, at hetta er eitt lið, sum kann spæla dystir í fleiri ár uttan at skora eitt mál.

Í yvirtíðini er frísspark til Føroyar. Sølvi Vatnhamar sendir eitt perfekt fríspark inn í brotssteigin, men ein púra fríur Hallur Hansson rakar bóltin so skeivt sum til ber. Bólturin sær út til at fara á økslina heldur enn pannuna.

Føroyska liðið skapti møguleikarnar, men tók ikki av.

Broytt spælskipan sum ikki riggaði

Føroyska liðið hevur við Lars Olsen spælt við mest sum somu spælskipan í øllum dystum. Men hesaferð varð spælt uttan verjukendan miðvallara.

Í seinna hálvleiki, áðrenn útvísingina, hevði verið upplagt at vent aftur til vanligu spælskipanina, tí føroyska spælið riggaði illa.

Kreativu miðvallararnir, Sølvi Vatnhamar og Hallur Hansson, á sentrala miðvøllinum sóu út til at vera læstir, tí teir ikki vildu geva Andorra pláss til kontra.

Av tí sama sóu vit teir ikki nóg ofta nærkast brotssteignum hjá Andorra.

Dysturin í kvøld gav eisini ábendingar um, at frægasta loysnin til fremsta plássið er Jóan Símun Edmundsson, tí hóast Páll Klettskarð bardist fyri øllum, so var hann ongantíð nær við einum málmøguleika.

Páll Klettskarð fekk tó heldur ikki nógv at arbeiða við frá Gilla Rólantsson og Kaj Leo í Bartalsstovu á síðunum, sum komu við sera fáum innleggum. Tað var saknur í Sølva Vatnhamar á høgru síðu, har hann plagar at spæla.

Ikki nóg gott

Møguliga er føroyski fótbóltsfjepparin blivin ov forkelaður av nógvu góðu avrikunum frá hesum liðnum, tá ein ikki er nøgdur við eitt stig á útivølli, men hetta var ikki nóg gott.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012