Geva ráð um fuglakrím

Geva ráð um fuglakrím
Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir nú á fólk um at boða frá, um tey koma fram á sjúkan ella deyðan fug
 
12.04.2017 - 08:09

Hetta er fyri at tað kann verða kannað, um fuglurin er deyður ella smittaður av fuglakrími, sum í vetur hevur herjað í Evropa og Asia.

Síðani oktober hevur fuglakrím tikið seg upp 925 ferðir í Evropa. 7 milliónir fuglar eru avlívaðir. Tað er 10 ferðir so nógv sum í 2006, tá fuglakrím seinast tók seg upp í Evropa. Í londunum rundanum okkum hevur verið krav um, at allur flogfenaður skal verða inni ella undir taki.

Nú kemur flytifuglurin til Føroya aftur. Heilsufrøðiliga Starvsstovan metir, at vandin fyri at sjúkan kemur til Føroya er lágur. Men kortini eiga tey, sum eiga tamfugl, at ansa eftir.

Deyður fuglur skal fráboðast

Starvsstovan krevur ikki, at tamfuglar skulu undir tak, men sigur, at um tamfuglur verður fóðraður innandura ella undir taki, minkar hetta um smittuvandan, tí minni villfuglur verður drigin at økinum.

Eisini eiga fólk at reinsa skógvar og stivlar bæði áðrenn og aftaná, tey hava verið í høsnarhúsum og inngirðingum. Og so skulu fólk altso boða Starvsstovuni frá, um tey finna deyðan ella sjúkan fugl.

Hetta er galdandi sum tey koma fram á nakrar - einar 4-5 - sjúkar ella deyðar fuglar í einum avmarkaðum øki. Ella um tey finna deyðan rovfugl nærhendis økjum, har nógvur dunnufuglur heldur til.

Fólk skulu ikki nerta deyðan fugl

Tó skulu fólk ikki boða frá, um fuglurin er deyður av raki ella skaða og um hann er uppetin ella rotin. Og so heitir starvsstovan á fólk um ikki at nerta við deyðan fugl.

Fuglakrím kann smitta øll sløg av fugli, so sum hønur, dunnur og gæs. Sjúkan kann smitta frá villum fugli til tamfugl antin beinleiðis frá fugli til fugl, ella óbeinleiðis umvegis umhvørvi.

Virusið kann yvirliva í umhvørvinum í í minsta lagi 50 dagar. Vandin fyri at sjúkan smittar fólk er sera lágur, sigur Starvsstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537