Bústaðir í høvuðsstaðnum ávegis

bannari
Bústaðir í høvuðsstaðnum ávegis
Tórshavnar býráð hevur samtykt, at Bústaðir skal sleppa at keypa góðar 3000 fermetrar á Óðinshædd í Havn at byggja á.
Bústaðir hava keypt 3000 fermetrar frá Tórshavnar Kommunu
 
28.04.2017 - 13:28

Kommunan hevur áður selt óbygt lendi á Óðinshædd til Bústaðir fyri 156 krónur fermeturin.

Tað var í 2013, og tá fekk kommunan loyvi til søluna frá Innlendismálaráðnum at selja fyri 156 krónur fermeturin.

Kommunan hevur boðað Bústøðum frá, at hon vil fegin, at í minsta lagi triðja hvør íbúð verða bygd og innrættað til eldri fólk og fólk, sum hava ringt við at røra seg.

Fermetraprísurin er so lágur, tí Innlendismálaráðið vísir til lógina um Húsalánsgrunnin.

Endamálið við grunninum er, at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær bústað, at tryggja fjølbroytni á bústaðarmarknaðinum, og at stuðla upp undir veðurlagspolitikkin við at minka orkunýtsluna í bústøðum.

Sambært somu lóg kunnu kommunurnar virka saman við Húsalánsgrunninum um hesi mál.

Tí helt Innlendismálaráðið, at Tórshavnar kommuna røkir ítøkiligan, sakligan kommunalan áhuga við at selja jørð til Bústaðir.

Tá kommunan selur grundøkini undir marknaðarprísinum, skal kommunan tryggja sær, at kommunali áhugin verður røktur í samband við søluna, - at grundøkini verða nýtt til tað endamál, sum er treytin fyri søluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946