Nú er størri spenningur í oddinum

Nú er størri spenningur í oddinum
NSÍ koppaði Suðuroyaliðnum, Víkingur misti sigurin í Gundadali og Skála skoraði fyrsta málið í ár. Her eru úrslitini úr sætta umfari
 
30.04.2017 - 17:48

Í Gundadali var stórur spenningur og dramatikkur til seinasta bríksl í dystinum millum HB og Víking endaði við 2-2 javnleiki.

Bólturin lá annars eisini í HB-málinum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, og tá mundu flestøll halda Víking hava vunnið bæði sigurin og oddasessin í landskappingini. Men málið varð kolldømt, og sostatt býttu liðini stigini javnt millum sín. 

NSÍ gjørdist fyrsta liðið at vinna á suðringum við Stórá í ár. Dysturin endaði 3-1 til gestirnar úr Runavík, sum nú av álvara melda seg uppí oddastríðið.

Í Klaksvík vann KÍ ársins fyrsta sigur á heimavølli, tá ið EB/Streymur vitjaði við Djúpumýru. Sjálvt um KÍ stóð fyri tí mesta gjøgnum allan dystin, so kom einsamalla málið ikki fyrrenn beint fyri leiklok. 

Í Sørvági samdust 07 Vestur og Skála um javnleik. Dysturin endaði 1-1, og sostatt er málturkurin hjá Skála loksins av.

Fimti dysturin í sætta umfari varð avgreiddur í gjár, tá ið B36 vann 4-0 á ÍF í Gundadali.

 

Úrslitini í sætta umfari gjørdust hesi: 

Suðuroyaliðið - NSÍ 1-3
0-1 Klæmint A. Olsen 4'
0-2 Jonleif Højgaard 39'
1-2 Poul Ingason 69'
1-3 Per Langaard 77'

 

HB - Víkingur 2-2
0-1 Hans Pauli Samuelsen 24'
1-1 Ári Mohr Jónsson 44'
1-2 Gert Hansen 75'
2-2 Alexander Stankov

 

KÍ - EB/Streymur 1-0
1-0 Albert Adu 88'


07 Vestur - Skála 1-1
1-0 Holgar Durhuus 60'
1-1 Pætur Dam Jacobsen 76'

B36 - ÍF 4-0

 

Støðan í EFFO-deildini, nú øll liðini hava spælt seks dystir:

1 Víkingur 12
2 Suðuroyaliðið 12
3 10
4 NSÍ 9
5 B36 7
6 HB 7
7 07 Vestur 7
8 ÍF 5
9 Skála 4
10 EB/Streymur 4

Komandi umfar verður spælt leygardagin 6. maj, og tá eru dystirnir hesir: 

HB - Suðuroyaliðið

NSÍ - Skála

KÍ - ÍF

EB/Streymur - B36

Víkingur - 07 Vestur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902