Fleiri fólk í Etiska ráðið

Fleiri fólk í Etiska ráðið
22 fólk, og ikki bara níggju, eiga at vera í Etiska ráðnum, heldur ein minniluti í løgtingsnevnd
Minnilutin í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum, Miðflokkurin og Fólkaflokkurin, vil hava 22 fólk at vera í etiska ráðnum og ikki níggju, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, mælir til í sínum lógaruppskoti
 
10.05.2017 - 08:44

Minnilutin í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum, Miðflokkurin og Fólkaflokkurin, vil hava 22 fólk at vera í etiska ráðnum og ikki níggju, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, mælir til í sínum lógaruppskoti. Mælt verður til, at øll landafrøðiligu høvuðsøkini í Føroyum eru umboðað í ráðnum. 

Fólkaflokkurin og Miðflokkurin mæla til, at landsstýriskvinnan í heilsumálum setir 18 fólk i ráðið eftir tilmæli frá Kommunufelagnum. Og fólk við átrunaðarligum innliti skulu eisini vera í etiska ráðnum. 

SÍ EISINI Stúra fyri at ráðið verður politiskt

Minnilutin stúrir fyri, at uppskotið hjá landsstýriskvinnuni fer í óhepnasta føri, sum Jenis av Rana og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir siga, at geva samgonguni nógv tey flestu fólkini í ráðnum, tí landsstýriskvinnan skal velja sjey av níggju fólkum í ráðið. 

Uppskotna broytingin hjá minnilutanum í Trivnaðarnevndini fer at kosta 150.000 krónur um árið. Meirilutin í Trivnaðarnevndini, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sonja Jógvansdóttir, mælir til at samtykkja uppskotið hjá Sirið Stenberg. 

Djóni Nolsøe Joensen í Javnaðarflokkinum leggur afturat, at náttúra og umhvørvi eiga eisini at vera við í ráðnum nú beinanvegin. Onnur viðgerð er á dagsskránni fyri tingfundin í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444