KÍ er einsamalt oddalið

KÍ er einsamalt oddalið
Sigurin við Stórá og javnleikurin millum ÍF og Víking gevur KÍ oddasessin í EFFO-deildini. Her eru úrslitini úr 8. umfari
 
14.05.2017 - 17:31

Klaksvíkingar fingu øll stigini við sær úr Trongisvági, har teir vunnu oddabrakið móti TB/FCS/Royn. Tað var fyrrverandi TB'arin Albert Adu, sum tryggjaði KÍ sigurin stutt fyri leiklok, tá ið hann skoraði sigursmálið til 1-2.

EB/Streymur stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum, tá ið teir vunnu 1-0 á HB við Margáir. Einsamalla málið kom beint fyri hálvleik, tá ið Tóki á Lofti stútaði bóltin í netið.

NSÍ greiddi sína skyldu væl og virðiliga, tá ið teir vunnu 4-0 á heimavølli móti 07 Vestur. Klæmint Olsen skeyt tvey mál í fyrra hálvleiki, og málini hjá Jens Joensen og Petur Knudsen til 3-0 og 4-0 gjørdu enda á dystinum longu eftir 60 minuttir. 

Hóast Víkingur var greiður favorittur í Fløtugerði, fingu teir bert eitt stig við sær til hús. Grannauppgerðin millum ÍF og Víking endaði við 1-1 javnleiki, og á Skála samdust Skála og B36 eisini um javnleik, tann dysturin endaði 2-2.

Úrslitini og málini í 8.umfari:

Suðuroyaliðið - KÍ 1-2
0-1 Jóanes Bjartalíð 42'
1-1 Jón Krosslá Poulsen 65'
1-2 Albert Adu 82'

ÍF - Víkingur 1-1
1-0 Dánjal á Lakjuni 50'
1-1 Adeshina Lawal 82'

Skála - B36 2-2
1-0    Pætur Dam Jacobsen 17'
1-1    Róaldur Jakobsen 25'
2-1    Brian Jacobsen 44'
2-2    Eli Falkvard 90'

NSÍ - 07 Vestur 4-0
1-0 Klæmint Olsen 12'
2-0 Klæmint Olsen 43'
3-0 Jens Joensen 55'
4-0 Petur Knudsen 59'

EB/Streymur - HB 1-0
1-0 Tóki á Lofti 45'

Støðan í Effo-deildini:

1 16
2 Víkingur 14
3 NSÍ 13
4 Suðuroyaliðið 12
5 HB 10
6 B36

9

7 07 Vestur 8
8 EB/Streymur 8
9 Skála 6
10 ÍF 6

Komandi umfar verður spælt um eina viku, og tá eru dystirnir hesir: 

20.5: NSÍ - ÍF

21.5: KÍ - HB

21.5: Víkingur - Suðuroyaliðið

21.5: Skála - EB/Streymur

21.5: B36 - 07 Vestur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537