Býráðslimir fáa nú dagbøtur

Býráðslimir fáa nú dagbøtur
Teir 13 býráðslimirnir í Havn fáa 300 krónur í bót um dagin, tí kommunan ikki vildi útflýggja skjøl í einum uppsagnarmáli
Býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu fáa nú 300 krónur í bót hvønn dag frá Innlendismálaráðnum
 
16.05.2017 - 13:17

Býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu fáa nú 300 krónur í bót hvønn dag frá Innlendismálaráðnum. Innlendismálaráðið hevur ikki givið onnur boð enn tey, at dagbøtur skulu gevast frá 15. mai at rokna. 

Teir 13 býráðslimirnir í Havn fáa tí 300 krónur um dagin í bót, tí kommunan vil ikki geva Mentamálaráðnum skjølini í tveimum uppsagnarmálum á dagsstovnaøkinum. Tórshavnar kommuna og Kommunufelagið fara at stevna Mentamálaráðnum.

SÍ EISINI Hótta við dagbótum

Mentamálaráðið verður kravt at viðurkenna, at Tórshavnar kommuna ikki er undirskipaður myndugleiki hjá Mentamálaráðnum í starvsfólkamálum sambært dagstovnalógini.

Kommunurnar hava tí biðið Innlendismálaráðið um at bíða við dagbótunum til dómsvaldið er liðugt við málið. Turid Arge, aðalstjóri, sigur, at boðini um dagbøturnar frá í gjár at rokna eru ikki broytt. Tey standa við.

Rættarmál steðgandi virknað

Turid Arge sigur, at tey eru ikki liðug at viðgera brævið frá advokatinum hjá kommununum, sum Innlendismálaráðið fekk í gjár. Mentamálaráðið skal eisini við í viðgerðina. Tað skal koma við sínum viðmerkingum mánadagin.  

Tórshavnar kommuna og Kommunufelagið vísa á ein dóm, har eftirlitismyndugleikin gav seks vikur freist upp at lata inn stevning.

Samstundis varð boðað frá, at eitt rættarmál hevur steðgandi virknað fyri álagdar dagbøtur til ein endalig avgerð er tikin í rættarmálinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107