OYL17: Annar kappingardagur

bannari
OYL17: Annar kappingardagur
Í dag sleppa nógvir føroyskir íðkarar í eldin fyri fyrstu ferð á hesum oyggjaleikunum. Her er føroyska skráin í dag
Flogbóltsmenninir vunnu trygt á Grønlandi í gjár. Í dag er Guernsey á skránni
 
26.06.2017 - 07:30

Bogaskjúttarnir, svimjararnir, súkklararnir og fimleikararnir hava higartil hildið seg til venjing og áskoðaraplássini í Gotlandi. Í dag sleppa tey endiliga í gongd við sínar kappingar. 

Í dag skulu føroysku íðkararnir kappast í hesum greinunum:

Bogaskjóting: 

Allir átta bogaskjúttarnir sleppa framat í dag, kappingin byrjar kl.10

Recurve, menn: Absalon Hansen og Oddmar Nielsen

Recurve, kvinnur: Jastrid Mathea R. Jensen

Compound, menn: Albert Elias Dam, Jógvan Niclasen, Nikkel Petersen, Jóannes Poulsen

Compound, kvinnur: Anja Eydnudóttir

Frælsur ítróttur:

Alda Sigurdsdóttir Lamhauge, hálvfinala 100m kl.11.25

Marna Egholm, finala 10.000m kl.17

Jan Elmar Sørensen, 3000m forðarenning kl.18.50

Badminton: Liðkappingin heldur fram í dag. Í gjár tryggjaðu Føroyar sær pláss í hálvfinaluni, sum byrjar kl.10. Hálvfinalan er móti Guernsey, og vinna føroyingar hana, sleppa tey í finaluna, sum byrjar kl.16

Kurvabóltur: Føroyar - Saaremaa kl.20.15

Súkkling, tíðarkoyring:

Kvinnur: Birita Poulsen og Svanna Poulsen kl.10

Menn:  Jóhann Brend, Gunnar Dahl-Olsen, Dávur Magnussen, Jan Hjaltalín Olsen og Torkil E. Weyhe kl.13

Fimleikur, SET einstaklingar: 

Kvinnur: Christina T. Arge, Lív Árting, Elsbet L. Dalbø, Marta Nielsen, Marý Petersen og Rebekka I. Rein

Menn: Bogi Berg, Hjálmar Dalsgarð, Rani A. Dalsgarð, Aron Jacobsen, Christopher Clevang og Djóni Sakarisson

Fimleikakappingarnar byrja kl.9

Skjóting, Trap, einstaklingar:

Alex Johannesen og Jón Jacobsen kl.8

Svimjing: 

Sára R. Nysted: 400m blandað, 200m frí, 50m frí liðsvimjing

Óli Mortensen: 200m firvald, 1500m frí, 50m blandað liðsvimjing

Vár E. Eidesgaard: 100m firvald, 50m frí liðsvimjing

Jana B. Thomsen: 100m firvald, 50m frí liðsvimjing

Róland Toftum: 100m bringa, 50m blandað liðsvimjing

Rókur Trygvason: 100m bringa, 200m blandað

Ásbjørg Hjelm: 50m bringa

Marius Ihlen Garðshodn: 50m rygg, 1500m frí, 50m blandað liðsvimjing

Signhild Joensen: 200m frí, 50m frí liðsvimjing

Alvi Hjelm: 200m blandað, 50m blandað liðsvimjing

Innleiðandi svimjikappingarnar byrja kl. 9.15 og finalurnar byrja kl.18

Borðtennis: Liðkappingin heldur fram í dag.

Gotland - Føroyar kl.9

Menorca - Føroyar kl.11.30

Hálvfinalurnar í liðkappingini byrja kl.15.30

Tennis: 

Double: Isle of Wight - Føroyar kl.15

Flogbóltur: Føroyar - Guernsey kl.17.30

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012