Uppsamling: Heiðursmerkjahál í Gotlandi í dag

bannari
Uppsamling: Heiðursmerkjahál í Gotlandi í dag
Føroysku íðkararnir vunnu heili 29 heiðursmerki í dag, og liggja í løtuni á samlaðum 3. plássi. Her eru yvirlit, myndir og videoinnsløg
 
26.06.2017 - 22:45

Serliga fimleikararnir, svimjararnir og bogaskjúttarnir gjørdu rimmar heiðursmerkjahál á oyggjaleikunum í dag.

Í fimleikahøllini vildi gleðin ongan enda taka, tá ið føroyingar vóru á heiðursmerkjaskamlinum tilsamans níggju ferðir. Samanlagt bleiv tað til trý gull, trý silvur og trý bronsuheiðursmerki í fimleiki á teirra fyrsta kappingardegi.

 

Menninir vunnu gull og kvinnurnar bronsu í liðkappingunum í gólvi og lopi. Hetta merkir samstundis, at allir føroysku fimleikararnir hava í minsta lagi eitt heiðursmerki við sær heim úr Gotlandi. Sjónvarpsinnslag um heiðursmerkjaregnið yvir fimleikararnar sæst her.

Dagurin hjá bogaskjúttunum gjørdist eisini góður, tá ið Anja Eydnudóttir, Oddmar Nielsen og compound-liðið vunnu gull. Harumframt fingu Jógvan Niclasen og Absalon Hansen bronsu í ávíkavist compound og recurve, og tað sama gjørdi recurve-liðið, soleiðis at bogaskjúttarnir tilsamans vunnu seks heiðursmerki. 

Anja Eydnudóttir var fyrst at tryggja sær gull í compound-kappingini hjá bogaskjúttunum í dag.

170626_OYL_BOGASKJOTING

Í svimjihøllini varð føroyski tjóðsangurin sungin fýra ferðir upp í slag, tá ið Jana Bjartalíð Thomsen, Sára Nysted og Óli Mortensen vunnu síni tilsamans fýra gullheiðursmerki í ávíkavist 100m firvald, 400m blandað og 200m firvald og 1500m frísvimjing. Føroysku svimjararnir hava altíð staðið seg væl á oyggjaleikunum og hesaferð er einki undantak. Tilsamans vunnu føroysku svimjararnir 11 heiðursmerki fyrsta finalukvøldið. Eins og fimleikararnir kunnu svimjararnir eisini fegnast um, at allir svimjararnir í hópinum hava í minsta lagi eitt heiðursmerki við sær heim aftur av leikunum. 

Torkil Weyhe var suverent skjótasti súkklari í tíðarkoyringini í dag. Hann vardi gullmerkið so dyggiliga og skavaði enntá knappar tveir minuttir av síni egnu vinnaratíð frá leikunum á Jersey í 2015. Harumframt fingu føroysku súkklararnir bronsu í liðkappingini í tíðarkoyring.

Sjónvarpsinnslag um gullið hjá Torkil sæst her.

Á rennibreytini sá Marna Egholm leingi út til at vinna gull í 10.00 metra renning, men beint frammanfyri málstrikuna fór Louise Perrio av Guernsey avstað við fyrstaplássinum, og harvið gjørdist Marna silvurvinnari við tíðini 36.30.99. 

Spennandi endaspurturin millum Marnu og vinnaran av Guernsey sæst her: 

170626_OYL_MARNA

 

Samanlagt hava Føroyar nú vunnið 30 heiðursmerki, og 29 teirra komu í dag.

Føroysku heiðursmerkini eru býtt soleiðis millum ítróttagreinarnar

Ítróttagrein Gull Silvur Bronsa Tilsamans
Svimjing 4 3 4 11
Fimleikur 3 3 3 9
Bogaskjóting 3 0 3 6
Súkkling 1 0 1 2
Frælsur ítróttur 0 1 0 1
Traithlon 0 1 0 1

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860