Aftur, aftur, aftur grindaboð

Aftur, aftur, aftur grindaboð
Fyri triðju ferð eftir bara tveimum vikum verður ein grind væntandi hildin til í Hvannasundi seinnapartin
 
17.07.2017 - 15:18

Grindboð eru í Hvannasundi. Grindin varð funnin í Svínoyarfirði um hálvgum trý tíðina seinnapartin í dag, upplýsir sýslumaðurin, Karl Johansen, fyri útvarpinum.

Tá útvarpið tosaði við Karl Johansen, sýslumann, klokkan 15:05 segði hann, at grindin var útfyri Tjørnunes, og at hon verður hildin til í Hvannasundi, sunnan fyri byrgingina.

Verður grindin hildin til í Hvannasundi seinnapartin, er hetta triðja grindin, ið verður hildin til í bygdini eftir bara tólv døgum. Ein grind legði beinini har 5. juli og ein onnur 8. juli.

Grindadrápið 5. juli elvdi til ferðsluruðulleika í Hvannasundi. Tá stóðu bilar 2-300 bilar frá tunnilsmunnanum og fullkomin ruðulleiki valdaði í ferðsluni orsakað av drápinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444