Vildu ikki eta døgurða saman við samkyndum

Vildu ikki eta døgurða saman við samkyndum
Móttøkan, sum fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, fekk í Føroyum í 2010, tí hon er samkynd, verður umrødd í bók
 
25.07.2017 - 09:42

Vitjanin hjá fyrrverandi íslendska forsætisráðharranum, Jóhonnu Sigurðardóttir, í Føroyum í 2010, tá summi innboðin ikki vildu vera við til almenna døgurðan, tí forsætisráðharrin er samkynd, er feld niður í bók. 

Í sambandi við, at fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, og kona hennara, Jónina Leósdóttir eru í Føroyum til ársins Faroe Pride tiltak, fer Jónina Leósdóttir at leggja bók sína, Jóhanna og eg, fram. Bókin kom út í 2013. 

Í 2010 var íslendska forsætisráðharraparrið á almennari vitjan í Føroyum.

Vakti ans

Vitjanin vakti ans og fekk nógva altjóða miðlaumtalu, tá tað frættist, at ikki øll boðin vildu fara til almenna almenna døgurðan hjá løgtinginum, tí forsætisráðharrin var samkyndur.

Í bókini viðger Jónína Leósdóttir, sum er rithøvundur og fyrrverandi journalistur, hesa serligu vitjan í Føroyum.

Bókin snýr seg eisini um lív teirra saman, sum hjún, landsleiðarar, íslendskan politikk og teirra lív sum heimskendar LGBT undangongukvinnur.

Fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Íslandi

Jóhanna Sigurðardóttir gjørdist fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í  Íslandi í 2009, og hon varð samstundis fyrsti leiðari í heiminum, sum stóð fram sum samkynd. 

Bókaframløgan verður í Riti&ráki í SMS í annaðkvøld kl. 19. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012